Ein sýning av Fólk og dólgum í Kardamummubýnum var í morgun seld á Norðoya Kunningarstovu. Skilið var tað sama sum aðra staðni – ein long bíðirøð, og eftir 8 minuttum var sýningin við 150 setrum rivin burtur.
Fólk úr Vágunum, Havn, Fuglafirði og aðrastaðni við høvdu leitað sær til Klaksvíkar at fáa hendur á einum atgongumerki til væl umtókta leikin. Sýningin, sum varð seld í Klaksvík, er bert til sunnudagin 20. des. kl. 16.00 í Sjónleikarhúsinum í Tórshavn.
Hetta er triðja røðin av eykasýningum. Frumframførslan verður leygardagin 7. november. Sýningar verða týs- miku- og fríggjakvøld kl. 18 og leygar- og sunnudagar kl. 16.
Á heimasíðuni, har kunnað hevur verið um Fólk og dólgar í Kardamummubýnum, stendur ein long røð av teimum útseldu sýningunum – heilar 25 í tali.
Tekst & Myndir: Dávur Winther.