Fólk merkja onga príslækkan

Hóast Hagstovan staðfestir eitt lækkað brúkaraprístal, so heldur stjórin í Suðuroyar Sparikassi ikki, at vanliga húskið merkir nakað til hetta

 

 

Í uppgerð frá Hagstovuni sæst, at brúkaraprístalið er lækkað 1,1 prosentstig, men hóast hetta skuldi bent á, at fólk fáa meira fyri pengarnar, so heldur stjórin í Suðuroyar Sparikassa ikki, at hetta er nakað, sum vanligi føroyingurin merkir nakað til.

 

Lesið eisini: Nú er eitt sindur bíligari at liva í Føroyum

 

Tað eru fyrstu og fremst rentulækkingarnar seinastu tíðina, sum hava borið eitt lægri brúkaraprístal við sær, og Søren L. Bruhn vísir á, at tá bankarnir aftur hækka renturnar, fer hetta eisini at merkjast aftur í samfelagnum.

 

Uppgerðin vísir annars, at kostnaðirnir fyri býli, brenniolju, samskifti og klæðir eru lækkaðir, meðan tað hinvegin er vorðið dýrari at eta úti og at gista á hotelli.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra tað, sum Søren L. Bruhn segði við Rás2 í dag.