- Fleiri fólk hava vent sær til okkara, og somuleiðis hava vit fingið fleiri skrivliga klagur um broytingarnar hjá Televarpinum.
Tað sigur Rannvá Ragnarsdóttir, stjóri á Brúkaraumboðnum.
Fyri nøkrum vikum síðani fingu haldarar av Televarpinum eitt bræv um, at broytingar verða gjørdar í pakkabygnaðinum. Broytingarnar koma í gildi sunnudagin 1. desember.
Broytingarnar hava við sær, at farið verður frá teimum eyðkendu litunum til tríggjar nýggjar pakkar. Haldarar verða automatiskt fluttir í ein pakka, sum líkist mest tí, tey hava havt higartil.
Umframt at haldarar fáa onkrar nýggjar rásir og missa onkrar aðrar, hava pakkabroytingarnar eisini við sær, at haldararnir skulu gjalda úr 100 krónum meira hvønn mánað, enn tey higartil hava gjørt.
Um haldararnir ístaðin ynskja at vera í einum øðrum pakka, er neyðugt at fara á eina heimasíðu, har til ber at broyta pakka.
Og tað metir Brúkaraumboðið kann verða ein trupulleiki.
- Vit arbeiða við hesum málinum í løtuni, og tískil kann eg ikki koma við eini greiðari niðurstøðu nú. Men tað, sum vit halda er trupult, er, at brúkarin skal sjálvur gera nakað aktivt, um viðkomandi ikki ynskir at verða koyrdur automatiskt í ein pakka. Har kundi tað møguliga heldur verið umvent, soleiðis at brúkarin heldur skuldi vent sær til Televarpið um so var, at viðkomandi ynskti at broyta til annan pakka, greiðir Rannvá Ragnarsdóttir frá.
Í næsta mánaði skal Brúkaraumboðið á fund saman við Televarpinum, men enn er ikki greitt, nær tey kunnu koma við eini niðurstøðu í sambandi við klagurnar um broytingarnar í pakkabygnaðinum.










