Tað var hin 19. september í fjør, at bjóðað varð til hugnaliga móttøku á nýggja Blákrossheiminum, sum byggifyritøkan KBH hevur bygt á Nesi.
Um mánaðarskiftið september/ oktober byrjaðu tey at taka tey fyrstu búfólkini inn, og í løtuni hevur stovnurin fíggjarligt rásarúm til 12 búfólk, eins og fleiri koma til ambulanta viðgerð á heiminum.
Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum, sigur, at tað hevur gingið ótrúliga væl at flyta stovnin úr Havn og heim í nýggja bygningin á Nesi.
- Sjálvandi hava onkrir smávegis byrjunartrupulleikar verið, men trupulleikar eru til at loysa.
Hon sigur, at samanum tikið hevur flytingin verið ógvuliga smidlig, og tað hevur gingið ótrúliga væl.
- Húsið er bygt til endamálið, og vit eru sera fegin um tær umstøður, vit nú hava at bjóða okkara búfólkum og teimum, sum koma til ambulanta viðgerð á heiminum.
Olga Magnussen sigur, at eitt, sum ger nýggju umstøðurnar so serliga góðar, er ikki minst miðgongin í húsinum, har bæði starvsfólk og búfólk møtast og ganga um hvønn annan allan dagin.
- Fólk eru annars spjadd kring um í 800 fermetra stóra húsinum, men bæði hjá starvsfólkunum og búfólkunum liggur leiðin gjarna nógvar ferðir um dagin um miðgongina, har skrivstova og móttøka eisini eru beint við.
Leiðarin sigur, at soleiðis, sum húsið er bygt upp, kenna fólk seg ikki einsamøll.
- Tey merkja, at onkur er har fyri tey alla tíðina, og eg haldi, at fólk eru sera fegin um, at tað er soleiðis, leggur leiðarin, Olga Magnussen, aftrat.