- Vitanin um okkum er ikki serliga stór, og vit uppliva javnan fordómar.
Soleiðis sigur 35 ára gamla Birita Nielsen, sum hoyrir til trúðarbólkin Jehova Vitni.
Í seinnapartssendingini á Rás2 í vikuni varð vitjað í Ríkissalinum hjá Jehova Vitnum, sum liggur Yviri við Strond í Havn.
- Vit royna okkara við at ganga hús úr húsi, og á tann hátt geva vit fólki møguleika at hoyra um okkum. Tað eru nøkur, ið vilja lurta og kanna Bíbliuna saman við okkum, og so eru onnur, ið ikki eru so fegin um at fáa okkum á vitjan, greiðir Birita Nielsen frá.
Hon heldur, at rættiliga nógv fólk hava ávísar fordómar um limirnar í samkomuni, av tí at vitanin um virksemið hjá Jehova Vitnum ikki er so stór.
- Vanligastu fordómarnir er millum annað um okkara hugsan um blóð, summi halda at vit hava eina í so perfekta mynd av, hvussu jørðin einaferð skal verða, og so halda nógv fólk eisini, at vit Jehova í Føroyum eru øll rútavaskarar, sigur Birita Nielsen.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla reportasjuna og samrøðuna við Biritu Nielsen, har hon millum annað fortelur um at fara út at boða, hvørja krøv skulu lúkast fyri at gerast partur av Jehova Vitnum, og hví summir limir verða tveittir út úr samkomuni.
Um vikuskiftið er stór økisstevna hjá Jehova Vitnum í Føroyum.
Stevnan fer fram í Hoyvíkshøllini, og umframt teir føroysku limirnir í Jehova Vitni eru umleið 300 limir komnir úr Noregi og Svøríki fyri at luttaka á stevnuni.