Seinni í dag fellir eftir ætlan avgerðin, um hvør skal stjórna Føroya størsta og sterkasta vinnulívsaktøri, TF Holding.
Undan nevndarvalinum, hevði tilráðingarbólkurin mælt ognarfelagnum frá at at velja Ingeborg Godtfred aftur, men í staðin at velja Gunnar í Liða, Leif Abrahamsen, Elisabeth Eldevig og Árna Jakobsen í nevndina.
Tilmælini vórðu tó ikki fylgd, og Ingeborg Godtfred varð vald við 20 atkvøðum av teimum 35.
Í dag verður fundur har nevdarsessirnir tillutast ásetast.
Karl Birgir Isaksen er limur í umboðsráðnum hjá Ognarfelagi Tryggingartakaranna, og var gestur í tíðindunum á Rás 2 seinnapartin.
Les eisini Slagið um Tryggingina avgerast í dag
Umboðsráðið telir 35 limir, sum eru valdir av tryggingartakarunum hjá Tryggingarfelag Føroya.
Teir 35 limirnir eiga atkvøðurnar til nevndarvalið hjá evstu nevndini TF samtakinum, og seta tey seks nevndarumboðini.
Sum skilst hittast tey valdu umboðini í dag, tá ið nevndin skal skipað seg.