Allir borgarar í Runavíkar kommunu fáa eisini part í grindini úr Fuglafirði.
Av býráðsskrivstovuni í Runavíka siga tey, at grindin, sum kommunan hevur fingið úr Fuglafirði, verður latin øllum húsarhaldum í Runavíkar kommununi. Skorðið verður upp í kvøld kl. 18 á hesum støðum:
Æðuvík
Rituvík
Saltangará (fyribygdirnar: Runavík, Saltangará og Glyvrar.
Lamba (fyri bygdirnar: Lamba og Lambareiði)
Søldarfjørð (fyri bygdirnar: Søldarfjørð og Skipanes)
Skála (fyri bygdirnar: Skála og Skálafjørð)
Funningsfirði (fyri bygdirnar: Funningsfjørð og Elduvík)
Funning
Oyndarfirði
Heitt verður á fólk um at møta fjølment at skera upp.
Lýst verður nærri í útvarpinum nær partanir kunnu heintast. Eisini ber til at hyggja á heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu: www.runavik.fo