Á kanarisku oynni Tenerifa eru fólk í fýra býum flutt burtur, eftir at skógareldur í gjár kyknaði í norðara parti av oynni.
Tað skrivar Reuters.
Skógareldurin kyknaði í eini náttúrulund, sum er nærindis eldgosið Mount Teide, og í dag hava sponsku myndugleikarnir givið boð um at fólk skulu flytast burtur úr fýra býum.
Tað snýr seg um býirnar Arrate, Chivisaya, Media Montaña og Ajafona.
Einki verður sagt um, hvussu nógv fólk talan er um, sum skulu flytast burtur.
Eldurin flutti seg gjøgnum eitt skógarøki við brøttum gjáum, sum hevur gjørt tað trupult hjá sløkkiliðum at sleppa framat, skrivar Reuters.
– Hesin eldurin kann gerast sera stórur, vit hava biðið um eyka hjálp, sigur borgarstjórin á Tenerifa, Rosa Davila í lokalútvarpi, sambært Reuters.
– Eldurin ávirkar serliga Corona Forestal (náttúrulundin), har nógvur furuskógur er. Tað er brætt í økinum, og neyðugt er at nýta flogfør í sløkkiarbeiðinum, sigur borgarstjórin.
Sambært Reuters er upplýst í lokalútvarpi, at tyrlur hava oyst vatn á økið, har eldurin er.
Í morgun hevði eldurin oyðiligt eitt øki upp á umleið 130 hektar – sum svarar til 1,3 ferkilometrar – nærindis Teide-eldgosinum, sum er hægsta punkt í Spania.
Seinastu vikurnar hevur hitabylgja verið á Kanarisku Oyggjunum, sum hevur latið eftir seg stór økið við turrlendi í stórum vanda fyri skógareldi.
Tað hevur tilbúgvingartænastan ávarað um, skrivar Reuters.
Í juli vórðu fólk eisini flutt burtur av skógareldi fleiri staðni í oyggjarbólkinum. Tá vóru 4.000 fólk flutt burtur á frítíðaroynni Las Palma eftir ein skógareld, sum lokalir myndugleikar søgdu seg hava mist tamarhaldið á.
Sama mánað var eisini skógareldur á Tenerifa. Tó ein minni eldur, har bara var neyðugt at flyta burtur 50 fólk.
/ritzau/