- 2020 skuldi gerast árið, tá tað stóra málið frá ferðavinnustrategiini skuldi røkkast, og ferðavinnan skuldi náa einum umsetning á eina miljard krónur, sigur Guðrið Højgaard.

Fólk í ferðavinnuni úr serligum tilfari

- Koronutíðin hevur verið ótrúliga avbjóðandi fyri ferðavinnuna. Øll óvissa, uppsagnir, tilmælir og endaleysar broytingar av bókingum hava gjørt gerandisdagin truplan fyri øll, sum virka í vinnuni. 

 

- 2020 skuldi gerast árið, tá tað stóra málið frá ferðavinnustrategiini skuldi røkkast, og ferðavinnan skuldi náa einum umsetning á eina miljard krónur, sigur Guðrið Højgaard.

- Eg haldi, at nógv fólk, sum arbeiða í ferðavinnuni, eru gjørd úr serliga jaligum og treiskum tilfari, sum eg meti høgt. Eisini alheimsferðavinnan hevur upplivað nógvar kreppur millum ár og dag, og hon kemur eisini aftur hesaferð. 

 

Tað sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, sum heldur, at tað at ferðast liggur so grundleggjandi í okkara dna'i, eins og tað at vilja mennast sum menniskja eisini er so grundleggjandi í okkum.

 

Men, hvussu stórar vóru Føroyar í ferðavinnuhøpi, tá koronu-farsóttin tók seg upp, og allur heimurin fór niður í ferð á vári í 2020? 

 

- 2020 skuldi gerast árið hjá okkum, tá tað stóra málið frá ferðavinnustrategiini frá 2012 skuldi røkkast, og sum vit øll høvdu lagt hjarta og sál í - at ferðavinnan skuldi náa einum umsetning á eina miljard krónur. 

 

Hon heldur, at hetta mál ivaleyst hevði verið rokkið í 2020, um korona ikki kom.

 

- Vit stóðu júst til at fáa tvífaldaðan gistingarhúskapasitet, fleiri nýggjar flogrutur vóru á veg, eins og hægri frekvensur var ætlaður á øðrum rutum, og nógv nýggj tilboð vóru ment runt um landið, klár til at selja. 

 

Stjórin í Visit Faroe Islands vísir á, at í 2019 vóru vit komin upp á 800 miljónir krónur í umsetningi frá útlendskum ferðafólkum, og 2020 og 2021 gjørdist bert ein viðfáningur av hesum.

 

- Koronutíðin hevur verið ótrúliga avbjóðandi fyri ferðavinnuna upp á allar mátar. Øll óvissa, uppsagnir, tilmælir, endaleysar broytingar av bókingum og øðrum hava gjørt gerandisdagin truplan fyri øll, sum virka í vinnuni. 

 

Guðrið Højgaard sigur, at hóast alt hetta, eru tað kortini fleiri, ið enntá hava gjørt nýíløgur beint undir koronu-tíðini. 

 

- Ikki minst Smyril Line, sum valdi at umbyggja Norrønu, soleiðis at skipið í dag er sum eitt nýtt skip. Eg haldi, at nógv fólk, sum arbeiða í ferðavinnuni, eru gjørd úr serliga jaligum og treiskum tilfari, sum eg meti høgt! 

 

Hon vísir á, at tey á Visit Faroe Islands hava roynt at gjørt tað, tey kunnu fyri at stuðla og uppihalda áhuganum fyri Føroyum úti á marknaðunum, so vit ikki drukna í øllum meldrinum, tá alheims ferðavinnan kemur ordiliga aftur upp í ferð.   

 

- Átøk sum “Remote Tourism” og “Færøerne Findes Faktisk” hava rokkið langt út. Vit hava eisini gjørt nógv innan arbeiðið við burðardyggari ferðavinnumenning runt landið, gøtubygging, skeltaverkætlanir, bygdagøtur og ymiskt annað, eins og “Closed for Maintenance” átakið hevur verið hildið heilar tvær ferðir í ár.

 

Guðrið Højgaard sigur, at nógv fokus eisini hevur verið á at førleikamenna vinnuligu aktørarnar, nú tey hava havt færri gestir enn vanligt, og alt hetta fer at koma til góðar, tá gongd kemur á ferðavinnuna aftur.

 

- 2020 skuldi gerast árið, tá tað stóra málið frá ferðavinnustrategiini skuldi røkkast, og ferðavinnan skuldi náa einum umsetning á eina miljard krónur, sigur Guðrið Højgaard.