Fólk hugna sær í sólini í Syðrugøtu

Longu áðrenn almenna G! skráin byrjaði í dag, var nógv fólk úti í sólini og hugnaðu sær.

Ein túr í pannukøkubúðina at keypa sær eina góða pannukøku, síðani víðari at keypa sær okkurt leskiligt úr einum av mongu sølubásunum fyri síðani at seta seg niður á ein stein at njóta sólina, meðan man lítur yvir víkina og lurtar eftir gospel frá 20unum, sum Meinhard Jensen spælir.

 

Ella man gongur aftur og fram og heilsar upp á tilvildarligar kenningar, sum man møtir í hugnaligu Syðrugøtu. Hættirnir at hugna sær eru ymiskir, men sanniliga hevur tað verið hugni fyri allar pengarnar í Syðrugøtu í dag.

 

Nógv fólk var úti, og var tað fólk í øllum aldri. Mong høvdu gjørt sær dælt av møguleikanum at fara í heitu pottarnar, sum standa niðri á sandinum, meðan flestu fólkini tó sótu niðri og hugnaðu sær við práti.

 

Mesti aktiviteturin hevur inntil víðari verið á spæliplássinum, har ymisk barnaundirhald hevur verið. Angela og Hannibal løgdu út longu kl. 12, meðan Ásbjørn Berthelsen byrjaði kl. 13.

 

Um lítlan tíma fara Lover Lover at spæla á sandinum, meðan ókeypis saltfiskur verður at fáa.