Á Landssjúkrahúsinum í Havn hava tey ofta úr at gera um jóltíðir. Nógv av virkseminum er fevnt av tagnaðarskyldu, og tí verða ikki allir upplýsingar lætnir fjølmiðlunum.
Men forvaktin á skurðdeildini veit tó at siga, at tey hava havt munandi minni at gera, enn tey vanliga hava á jólum. Eisini hóast hálkan hevur argað rættiliga nógv.
- Tað er nógv, sum eru dottin í hálkuni, men tey hava helst verið sera heppin, tí talan hevur verið um nógv færri arm- og beinbrot, enn vit vanliga upplivað, upplýsir forvaktin.
Har leggja tey tó afturat, at sum veðurlíkindini eru, so er umráðandi, at fólk ansað sær.
- Tað eru nógv fólk í býnum, og tað er sera hált. Ikki minst kann svartakálkið arga rættiliga nógv, so vit vilja bara mæla til, at fólk sýna størsta varsemi, tá tey ganga úti í kvøld, sigur forvaktin.