Fólk hava brúk fyri fordómum

Tað sigur stjórnmálafrøðingur um hví føroyingar taka undir við fíggindasinnaðum sjónarmiðum móti ávísum fólksligumbólkum.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Regin

 

- Tað kann ganga báðar vegir, sigur Regin Berg, stjórnmálafrøðingur og løgfrøðilesandi, í kjakinum um útlendingar, sum er farið at snúgva seg um politiska korrektheit.

 

Hanus Samró legði mikudagin upp í kjaki við einari tíðargrein í Sosialinum, har hann metti tolsemi mótvegis fremmandum vera merkt av politiskari korrektheit.

 

Regin ásannar, at politisk korrektheit stundum kann forða fyri, at neyðug orð verða sett á sjónarmið í einum almennum kjaki. Hinvegin heldur hann eisini, at, verða tolsamar hugsanir skírdar politiskt korrektar av øðrum kjakarum, fyri at legitimera egnar útsagnir, so kann tað skjótt gerast ein undanførsla fyri at føra fram óhøvisk sjónarmið.

 

- Tað, at man sigur seg vera bangnan fyri politiskari korrektheit, kann eisini vera ein máti at sleppa at siga eitt hvørt, sum ikki er serliga tolsamt, sigur Regin.

 

Hann metir orsøkina til, at fólk yvirhøvur taka undir við fremmandaræddum sjónarmiðum, vera, at tær eru ofta lættskilligar.

 

- Vit klára ikki at liva í einum samfelagi uttan fordómar - tað er púra náttúrligt fyri menniskju at hava fordómar. Vit síggja eisini, at bæði fjølmiðlar og politikkarar kunnu brúka hetta sum eitt amboð, at flyta fram sjónarmið, ið ikki altíð taka støðið í veruleikanum, men hóast alt vinna frama millum fólk, sigur stjórnmálafrøðingurin.