Dekk-sølurnar kring landið hava ongan møguleika at arbeiða seg undir land, nú fyrsti kavin er komin
Á Bilrøkt í Havn hava tey meira enn nokk at gera, nú hópur av bilaeigarum vilja hava kava- ella píkadekk undir bilin.
- Hetta er tað sama á hvørjum ári. Fólk gloyma áhaldandi at skifta dekk í góðari tíð, og so verður tað sum at standa á skíð, tá kavin kemur, meðan tú hevur summar- ella kanska lágprofil-dekk undir bilinum, tá fyrsti vetrardagurin er. Vit hava eisini flutningsbilar, og teir hava verið kring alt landið eftir bilum, sum standa fastir, tí teir ikki eru nóg væl skøddir, sigur Heini á Borg, sum er ein av eigarunum á Bilrøkt.
Eingin ivi er um, at hetta er ein av mest gevandi døgunum á árinum, men Heini hevði tó einki havt ímóti, um fólk komu í betri tíð at skifta dekk.
- Nú eru vit somikið langt úti á árinum, at fólk máttu vita, at kavi var í væntu. Vit royna sjálvandi sum mest, men vit hava ongan møguleika at arbeiða okkum upp á slætt í kvøld. Tað fer helst at taka fleiri dagar. Nú klokkan 20 koma fólk framvegis at keypa dekk, og tað verður helst sum á einum valkvøldi, tá vit steingja. Altso at vit fyrst rópa út í tún einar tríggjar ferðir, áðrenn hurðin verður læst, sigur Heini á Borg.










