Tað kemur alt ov ofta fyri, at fólk gloyma at endurnýggja sær passið, áðrenn tey fara út at ferðast. Tað gevur løgregluni trupulleikar, tí fólk ringja í heilum, sum brádliga varnast, at tey hava gloymt at endurnýggja sær passið.
– Vit hava møguleikan at geva fólkið fyribils pass, tá tey koma til okkara um vikuskiftið, tá tey hava varnast, at passið er útgingið, og at tey skulu av landinum mánamorgunin, sigur vakthavandi á politistøðini.
Hann sigur, at fyrr kundi gyldistíðin leingjast, um tað var útgingið innan tey seinastu tvey árini. Men hetta er nú broytt til tríggjar mánaðir. Eitt fyribils pass kostar eyka pengar, og tað er heldur ikki galdandi í øllum londum.
– Er passið útgingið fyri meira enn trimum mánaðum síðani, so fáa vit nú einki gjørt. Tí kunnu vit bara heita á fólk um at minnast til at bíleggja sær nýtt pass í góðari tíð. Tað tekur 14 dagar at fáa nýtt pass.










