Ovastevnukabarettin, Caballéum II, varð sýnd fyri triðju ferð hesa ovastevnuna, og sigast má, at fólk fóru ikki vónbrotin út aftur.
Tí hóast kabarettin var rættiliga lokal, fingu eisini avbygdafólk væl burtur úr.
150 ára dagurin hjá Nólsoyar kirkju var eitt savnandi punkt í kabarettini, og tað var ein hátíðarlig sjón at síggja prestagonguna við bispi á odda trína gjøgnum salin og upp á pallin.
Bispur helt síðani eina gevandi røðu, og so gekk tað slag í slag gjøgnum kabarettina.
Tað fer næstan eingin kabarett framvið, uttan »the usual suspects«, og soleiðis var eisini hesaferð. Jon hjá Ginnu og Ba hjá Vinu vóru sum vera man við í kabarettini, og tað gevur altíð eydnu millum áskoðararnar.
Ein nýnólsoyingur royndi seg sum meklara ímillum Daminaki og Vestergaard í sildamálinum, og tað gav gott úrslit. Og so var sjónvarpskokkurin í Spískamarinum eisini við í kabarttini hesaferð, væl hjálptur av fyrrverandi borgarstjóranum, Marnar á Skúr.
Kabarettin verður sýnd einaferð aftrat í annaðkvøld, og so verður ein endalig kabarett spæld mánakvøldið, tá hendingar frá stevnuni verða tiknar við.