– Fólk fara ikki at koyra norðureftir og niðan brekkur í Hoyvíkshaganum fyri at koma frá tunnilsmunnanum til Havnar.
Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, sum nú skjýtur upp, at avtalan um innkoyringarvegin verður broytt soleiðis, at ein tunnil verður gjørdur frá tunnilsbunnanum og suður til Krákugjógv. Ein tunnilin, sum verður áleið 3.000 metrar langur, og sum fer at kosta umleið 204 milliónir krónur.
Hoyrið samrøðu við Anniku Olsen, sum var á Rás2 á middegi.










