Norska løgreglan skrivar á Tvitter, at stutt fyri klokkan hálvum 10 í morgun vórðu fólk sædd í økinum, har eldur kom í eini raðhús við fýra íbúðum í gjárkvøldið. Eingin hevur búð í húsunum síðan herviliga leirskriðulopið fyri sløkum ári síðan.
Løgreglan ynskir at koma í samband við bilar og fólk, sum eru sædd í økinum í morgun, nú eldsbrunin verður kannaður. Eingin veit, hvussu eldur kundi koma í húsini, tá eingin búði her, og eingin streymur var í húsunum.
- Tekniskar kanningar eru ikki gjørdar enn, skrivaði VG fyrr í dag.
Borgarstjórin í Gjerdrum kommunu, Anders Østensen, hevði í morgun ikki verið á staðnum, har húsini brunnu.
- Tað, sum er so skakandi, er, at hetta hendir í einum øki, sum hevur verið so hart rakt. Slíkt sum hetta ynskja vit ikki, sigur borgarstjórin, sum fegnast um, at eingin kom til skaða, tá húsini brunnu.
Anders Østensen sigur, at flestu hús innan økið, har fólk vórðu burturflutt í samband við skriðulopið í fjør, skulu rívast niður, og eigararnir hava fingið útgoldið tryggingarpengar fyri húsini.
Tað var um 22.40-tíðina í gjárkvøldið, at løgreglan fekk boð um eldin, og umleið klokkan 00.30 var tamarhald fingið á støðuni. So seint sum klokkan 05 í morgun vóru tveir sløkkiliðsbilar framvegis á staðnum og syrgdu fyri, at eldurin ikki kyknaði aftur.
Eingin streymur hevur verið í húsunum, og eingin hevur havt atgongd til húsini. Tí er tað løgið, at eldur er komin í, verður sagt í Gjerdrum.
10 fólk lótu lív, tá fleiri hús endaðu niðri í leirskriðulopinum náttina til hin 30 desember í fjør.
Tað var líka sum, at lendið, sum húsini stóðu á, reið undan eftir ongari løtu, og hetta skakaði sjálvsagt alt íbúðarøkið í Ask í Gjerdrum og elvdi til stóra sorg yvir tey 10, sum lótu lív.
##med2##











