Fólk eru ofta ósømilig ímóti teimum ungu

Ungfólk, sum eru til arbeiðis, eru ofta úti fyri at verða útskeldað og háðað, sigur Arbeiðseftirlitið

Tað eru rættiliga nógv ung fólk, sum arbeiða í handlum, kioskum, og aðrastaðni. Men tað hendir seg eisini ofta, at viðskiftafólk eru rættiliga óbehagilig ímóti teimum, sigur Arbeiðseftirlitið í eini fráboðan.

 

Arbeiðseftirlitið sigur, at í fjør vóru 1.489 børn og ung í aldrinum 13 til 17 ár skrásett sum løntakarar. Hetta eru 620 fleir enn í 2012. Meiri enn helvtin av teimum, ella 750 børn og ung, arbeiða í handli, kioskum, og aðrastaðni, har tey hava við nógv viðskiftafólk at gera.

 

Sostatt eru tað nógv børn og ung, sum byrja arbeiðslívið við at arbeiða nakrar tímar um vikuna í einum handli, ella aðrastaðni. Men ofta er kunnleikin hjá teimum um lógir reglur, og um arbeiðsumhvørvi, avmarkaður og tí hugsa tey mangan lítið um tær vandastøður, tey kunnu koma í.

 

Arbeiðseftirlitið sigur, at tað eru greiðar ábendingar, um at nógv av teimum ungu, sum arbeiða í handlum og kioskum, fáa javnan óbehagilig viðskiftafólk, sum skelda tey út, háða tey og sum annars vísa ósømiligan atburð móti teimum. Slíkar keðiligar hendingar kunnu hava avleiðingar fyri sálarligu heilsuna og trivnaðin hjá teimum ungu starvsfólkunum, sigur Arbeiðseftirlitið.

 

Tey siga, at hetta er sama støðan, sum eisini er í hinum Norðurlondunum. Eitt nú vísir ein donsk kanning, at av 325 ungum arbeiðstakarum, høvdu 66 prosent, ella tveir triðingar, verið úti fyri, at viðskiftafólk høvdu verið ósømilig ímóti teimum.

 

Eftir lógini er tað arbeiðsgevarin, sum hevur skyldu til at tryggja starvsfólkunum eitt trygt og gott arbeiðsumhvørvi – eisini børnum og ungum. Hetta merkir eisini, at arbeiðsgevarin skal gera sítt til at fyribyrgja keðiligum hendingum, men arbeiðsgevarin skal eisini hava eina mannagongd fyri, hvussu farast skal fram, tá ið keðiligar hendingar eru.

 

–  Samstundis ger tað einki, um øll verða mint á at tosa pent við tey ungu, ljóðar boðskapurin frá Arbeiðseftirlitinum.

 

Arbeiðseftirlitið sigur, at børn, sum eru yngri enn 13 ár, kunnu ikki verða sett í starv. Tey kunnu kortini fáa eina samsýning fyri at vera við í mentanarligum og listarligum framførslum, og ella fyri at vera við í ítróttatiltøkum. Men foreldrini, ella verjin, skulu altíð geva loyvi til tað.

 

Børn og ung, ið eru 13-17 ár, kunnu hava ávís arbeiði av tí lættara slagnum, men tað skal vera eftir ávísum treytum. Eitt nú kunnu tey sita við kassan í handlum, taka vørur fram, seta vørur á hillar, og annað, men tey skulu ikki flyta pening, ella hava pening í varðveitslu uttan fyri handilin. Tey kunnu eisini fáast við lætta reingerð, tey kunnu rudda og ganga ørindir á gistingarhúsi og aðrastaðni. Og tey kunnu eisini vera tænarar, borðreiða og rudda á matstovum og kaffihúsum

 

Tey kunnu eisini vaska upp á matstovum, kaffihúsum, men so skulu tey hava fingið gjølliga upplæring í at brúka uppvaskimaskinu, og tey skulu ikki hava við etjandi ídnaðarvaskievni at gera.

 

Tey kunnu eisini fáast við lætta matgerð, treytað av at frituran er tryggjað móti at koppa, at gólvið ikki er hált, at tað er gott pláss, at eldsløkkingarútgerð er við frituruna, og at tey hava fingið gjølliga upplæring í at brúka eina frituru.

 

Ungfólk kunnu eisini fáast við lætta samanseting við hond, men tey skulu ikki sveisa. og tey kunnu mála, men ikki sproytumála. Tey kunnu pakka posar, brævbjálvar og eskjur, og fáast við rein klæðir, og tey kunnu somuleiðis egna og rekja stampar. Tey kunnu skilja fisk og fáast við lættari fiskaarbeiði, og tey kunnu bera bløð út. Tey kunnu seta bøkur á hillarnar á bókasøvnum, og tey kunnu eisini hava lætt arbeiði á bóndagørðum hjá gartnarum og í vakstrarhúsum, men tey skulu ikki fáast við evni við ávaringarskeltum á, og tey skulu heldur ikki fáast við upploysingarevni.

 

Hinvegin mælir arbeiðseftirlitið frá, at ungfólk undir 18 ár, arbeiða eftir klokkan átta um kvøldið uttan at onkur vaksin er við, og tey skulu ikki fáast við tungt arbeiði, ella vera duravørar, ella hava onnur arbeiði, har vandi er fyri harðskapi. Tey skulu heldur ikki arbeiða við vandamiklum amboðum, koyra traktor, ella arbeiða við krana, fyri at nevna nøkur dømi.