Tað hendir seg ofta, at fólk detta niðurímillum. Tað staðfestir Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin. Tí vil hon nú hava Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, at greiða frá nær vit eina lóg um samanhangandi tænastuveitingar. Og hon spyr eisini, um peningur verður settur av til endamálið á fíggjarlógini fyri næsta ár.
Annika Olsen vísir á, at í seinastu tingsetu samtykti eitt samt Løgting at heita á landsstýrið at gera eina lóg um samanhangandi tænastuveitingar.
– Í Føroyum hava vit nógvar góðar tænastur og tilboð til borgaran, men skal borgarin flyta úr eini skipan í eina aðra, og frá einum myndugleika til ein annan, er tað ofta soleiðis, at borgarin dettur niður ímillum skipanirnar. Sostatt versnar tænastan og fyri borgarin er hetta ein stórur missur, sigur hon.
Hon vísir eisini á, at fleiri royndir eru gjørdar at tryggja fólki, sum hava brúk fyri tí, eina samanhangandi tænastu eitt nú “Tann góða tilgongdin” frá 2012, sum hevði til endamáls at tryggja børnum og ungum við autismu eina samanhangandi tænastu, har myndugleikar arbeiddu saman sum eitt toymi rundanum barnið. Men tíverri er tað arbeiðið dottið niðurfyri.
– Tað eru nógvir fyrimunir fyri borgaran, at vit hava eina lógartryggjaða tænastu, soleiðis at borgarin ongantíð skal hugsa um, hvør skipan veitir honum eina tænastu, sigur Annika Olsen.
Hon sigur, at fyrimunirnir við eini slíkari skipan, eru:
– Borgarin skal í miðdepilin.
– Betri hjálp til borgarar og familjur við samansettum trupulleikum.
– Minni umsiting og størri frælsi hjá starvsfólkunum til at meta um einstaka borgaran.
– Góðar og fakliga sterkar almennar leiðslur.
¨ Nútímans talgildar loysnir verða settar í verk.
¨ Ein pulja verður sett av til tvørfakligt og tvørgeiraligt virksemi, tá hetta verður mett neyðugt.
– Royndarskipanir tvørtur um geirar.
Annika Olsen sigur, at í ólavsøkirøðuni hjá løgmanni eru ongar ábendingar um, at ein slík lóg er á veg, og tí vil hon hava Jenis av Rana at greiða frá, hvussu málið liggur.