Fólk berjast bert í fyllskapi

So at siga øll harðskapsmál í Føroyum hava tilknýti til rúsdrekka

Í nýggja Rúsdrekka- og rúsevnispolitikkinum hjá landsstýrinum, sum Almannamálaráðið legði fram fríggjadagin, verður rúsdrekkanýtslan hjá føroyingum lýst. Eisini er greining av sambandinum millum rúsdrekka og harðskap.

Álitið staðfestir, at greitt samband er millum rúsdrekka og harðskap, og tess meira persónar drekka, størri er sannlíkindini fyri, at teir gera skaða á seg sjálvar ella onnur.

Hvørt ár reisir løgreglan millum 70 og 100 mál um harðskap, og talið vísir seg at vera rættiliga støðugt ár um ár. Men afturat øllum málunum, ið verða reist, eru eisini rættiliga oftani, har fólk koma til ilnar, og fara at berjast, uttan at nakað mál spyrst burtur úr.

- Tað kemur næstan ikki fyri, at fólk koma til ilnar og fara til hendurs edrú, sigur Jens Jensen, ið er politistur og limur í Fólkaheilsuráðnum, við Sosialin í dag.

Hagtøl frá løgregluni vísa eisini, at flestu málini um harðskap eru á náttartíð um vikuskiftini.