Fólk á útoyggj sleppa kanska at ferðast ókeypis

Men tað verður kanska dýrari hjá útlendskum ferðafólki, og fólki á meginøkinum

 

Nú er møguleiki fyri, at ein skipan verður sett í verk, har tey, sum búgva á útoyggj, sleppa at ferðast ókeypis av oynni, og heimaftur.

Tað hevur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, boðað frá í Løgtinginum.

 

Ferðasambandið, og prísirnir fyri at ferðast innanlands í Føroyum, eru javnan til umrøðu í Løgtinginum.

 

Og Løgtingið hevur eisini samtykt, at gera eina samhaldsfastari samferðsluskipan, har allir føroyingar verða javntsettir. Tað merkir, at tað skal ikki vera dýrari hjá summum at ferðast, enn hjá øðrum.

 

Og nú hevur Løgtingið enn einaferð umrøtt viðurskiftini og í hesum sambandi helt Kristina Háfoss, at tað hevði verið hóskandi at kanna møguleikarnar fyri, hvussu tað kann verða lættari hjá fólki á útoyggjunum, at ferðast. Og hon segði, at hon er sinnað at tosa um eina skipan, har fólk, sum búgva fast á útoyggj, sleppa at ferðast ókeypis.

 

Tað kann gerast við at geva teimum eitt borgarakort, sum gevur teimum ókeypis ferðaseðlar

 

Hinvegin heldur hon, at tey, sum búgva á meginlandinum, og útlendsk ferðafólk sleppa kanska nakað lætt.

 

Í roynd og veru er tað rættiliga bíligt at ferðast í Føroyum og Kristina Háfoss heldur, at útlendskt ferðafólk, og tey, sum búgva á meginlandinum, og sum ikki ferðast so ofta, tola kanska at rinda meiri fyri at ferðast.

 

Hon heldur eisini, at kannað eigur at vera eftir um tað ber til at bøta um ferðasambandið til útoygggjarnar

 

Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og borgartjóri í Havn, heldur, at møguleikin eigur at verða kannaður um tað ber til at seta somu skipan, sum er í Havn, at Bussleiðin er ókeypis, í gildi fyri fyri alt landið.

 

Tað heldur Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, ikki, at kommunurnar kring landið hava ráð til. Men hann hevur fingið upplýst, at hevði tað verið ókeypis hjá ferðafólki, at ferðast við Smyrli, hevði tað kostað landskassanum 12 milliónir krónur.