Foldgast undir skurð

Peter Foldgast var ikki á dómaraseðlinum hjá EB/Streymi í gjár.

Mong undraðust, tí hann hevur annars byrjað inni allar fimm dystirnar, síðani hann kom til EB/Streym. Orsøkin er, at Peter Foldgast er sendur til Danmarkar, har hann skal skurðviðgerast í knænum. Sum skilst er tað meniskurin, sum er trupulleikin, men við dugnaligum fólki er tað ein operatión, sum argar danan, men hetta verður nú fingið í rætt lag, soleiðis at Peter Foldgast kann tørna til aftur um ikki so langa tíð.