Foldgast gevst at spæla bólt

Tað vóru eisini trupulleikar við knæðnum, sum gjørdu, at EB/Streymur og Peter Foldgast valdu at steðga við samstarvinum í august í fjør. Síðani hevur hann spælt við FC Vestsjælland, sum júst er flutt upp í næstbestu donsku deildina. Fyrst í desember í fjør longdi Foldgast sáttmálan við FC Vestsjælland, men nú steðgar hettar samstarvið eftir øllum at døma.

? Hetta hevur verið ein trupul avgerð, sigur Peter Foldgast við donsku heimasíðuna bold.dk.

? Knæið er í knúsi, og eg klári ikki at venja so nógv sum neyðugt er, um eg skal gera meg galdandi, sigur hann.

 

Peter Foldgast byrjaði yrkisleið sína í Brøndby, helt síðani áfram í Rot-Weiss Essen og AGF, áðrenn leiðin gekk til Føroya og EB/Streym. Eftir miseydnaða ævintýrið í Føroyum skrivaði hann undir sáttmála við FC Vestsjælland, har tað gekk rímiliga væl, áðrenn hann fekk so mikið álvarsamar trupulleikar, at hann gevst at spæla fótbólt.

Foldgast sleppur tó ikki fótbóltinum heilt, tí sambært bold.dk hevur hann tikið við sum hjálparvenjari í FC Nordsjælland, har Michael Schønberg er høvuðsvenjari.