Foldgast fingið sáttmála

Tað var eingin dansur á rósum hjá Peter Foldgast, tá hann í summar kom til EB/Streym. Íroknað UEFA-Cup dystirnar móti Manchester City spældi Foldgast við í fimm dystum hjá EB/Streymi, og teir endaðu allir við tapi. Eftir summarsteðgin varð sagt, at danin nú var somikið illa skaddur, at hann og EB/Streymur samdust um at ógylda sáttmálan, men heilt álvarsligur man skaðin tó ikki hava verið. Í øllum førum skrivar bold.dk í dag, at Foldgast hevur skrivað undir sáttmála við FC Vestsjælland, og har fegnast tey í øllum førum um nýggja spælaran, sigst.