Talan er um yrkingar eftir skaldinum Pól F, og fløgan kom eisini út tann dagin, skaldið úr Sumba, hevði fylt 114 ár.
Hóast yrkingarnar hjá Pól F, sum eru skrivaðar fyri nógvum árum síðani, eru ein speirekan av kristindóminum í Føroyum, heldur fólkakæri tónleikarin sjálvur, at yrkingarnar hóska væl til nútíðina. Tí sambært Hanusi G. Johansen er kristna mentanin ikki minni fundamentalistisk í dag.
– Hon er nógv verri í dag! Men Pól F. yrkti ongan tíð ímóti kristindóminum. Men hann yrkti móti teimum, sum siga seg vera kristin. Eitt nú prestar og missionerar, sum taka sær patent upp á átrúnaðin. Nakað sum eg ikki haldi vera serliga heppið, sigur Hanus G. Johansen, ið heldur hetta vera við til at skapa eina fanatismu, har bert ein gudsfatan er møgulig.
– Tað eru milliardir av fólkum í heiminum, og tey hava allar møguligar gudar. Tú kanst ikki siga, at øll hini eru býtt, bara tí teirra gudsfatan er øðrvísi enn tín egna. Tá haldi eg í øllum førum ikki, at tú hevur hugsað serliga langt, sigur Hanus G. Johansen.
Fríggjakvøldið 30. November og leygarkvøldið 1. Desember er møguleiki at hoyra løg av nýggju fløguni, tá Hanus G. Johansen hevur stórfingnar útgávukonsertir í ávikavist Mentanarhúsinum í Fuglafirði og TB-húsinum á Tvøroyri.