Hesa vikuna verður sett fokus á umhvørvisvinarliga vinnu í kommununi. Málið er, at øll gerast meiri tilvitað um umhvørvið í síni heild, segði Elin Lindenskov. - Kommunan eigur at ganga á odda tá tað ræður um orkusparingar og ?betringar, og málið í ár er, at allir kommunalir stovnar og virkir skulu spara 10% í orkunýtslu, segði Elin Lindenskov, forkvinna í heilsu- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu.
Hetta er ein liður í ætlanunum hjá kommununi at spara orku.
- Tá nýggir bygningar verða bygdir ræður um at byggja so umhvørvisvinarligt sum gjørligt, og nú grivið verður út fyri nýggja Boðanersheiminum er avgerð tikin um, at heimið skal hitast upp við sjóorku, ið er góð varandi orka, segði Elin Lindenskov.
Hetta er sjeyndu ferð, at skipað verður fyri umhvørvisviku, tó at tað fyrstu ferðirnar var talan um umhvørvisdagar. Tema?ini hava verið ymisk og fleiri ganga aftur.
- Tað eina árið varð fokus sett á hundaposar, og í tí sambandi varð kendea lagið, »Lort í býin« gjørt og framført. Undirvísingartilfar, Rusk í skúlanum, ókeypis bussleið og Tinghúsið á Hjalla eru nøkur av tiltøkunum, ið framd eru í undanfarnum umhvørvisvikum, segði Elin Lindenskov.
Fokus hevur verið sett á vistfrøðiligar matvørur, CO2 útlát, og í fjør var temaið áin, vágin og fjøran.
- Í ár er tað vinnan, sum skal í fokus, og í tí sambandi hava vit ætlanir um at tað skal verða beti og lættari hjá vinnuni at sleppa av við burturkastið, og tað fara vit at hoyra meira um seinni í vikuni, segði Elin Lindenskov, tá hon setti umhvørvisvikuna á býarbókasavninum í morgun.










