Fokus á Kvinnur

Amnesty International í Føroyum varpar nú ljós á kvinnurættindi, bæði úti í heimi og í Føroyum. Margretha Nónklett er samskipari á Amnesty International føroyadeildini.
 - Vit hava aðalfund í dag, og í hesum sambandi seta vit fokus á kvinnurættindi. Hetta er sum liður í einum átaki, sum byrjaði seinasta ár. Átakið eitur ?Steðgið harðskapin móti kvinnum,? og tað er eitt átak, sum allar amnestydeildir kring heimin arbeiða við. Føroyadeildin hevur so eisini valt at arbeiða við hesum átakinum, sigur Margretha Nónklett.
Amnesty International í Føroyum hevur boðið Marit Jørgensen til aðalfundin at halda fyrilestur. Hon er serfrøðingur innan kvinnurættindi.
-Tað er onki, sum týðir uppá, at harðskapur ímóti kvinnum er minni í Føroyum enn aðrastaðni í heiminum. Við hesum átakinum vilja vit vera við til at varpa ljós á trupulleikan og vísa á, at vit øll hava eina ábyrgd ? bæði sum samfelag og sum einstaklingar, sigur Margretha Nónklett, samskipari á Amnesty International føroyadeildini
Aðalfundurin hjá Amnesty International føroyadeild verður í dag, leygardagin, klokkan 15.00 í Loftsstovu á Føroyamálsdeildini, og aftaná fundin og fyrilesturin verður lagt upp til kjak um kvinnurættindi.
 
-hkm