Ja, hvussu skal hetta nú skjiljast? Hevur sjúklingurin ikki áður verið í fokus, tá talan er um eitt sjúkrahús? Er tað nú loksins gingið upp fyri teimum, hetta at sjúklingurin eigur at vera í fokus á einum sjúkrahúsi?
Tað er ikki meir enn rætt og rímiligt, at sjúktahúsið yvirhøvur er til, fyri at sjúklingurin fær tær sømdir sum hann, tú og eg, hava fyri neyðini, at viðgerð og heilsubót í allarmesta mun kann fáast? Stutt og greitt: Sjúklingurin skal altíð, til eina og hvørja tíð, verða í fokus.
Føroyska heilsuverkið hevur sanniliga seinastu tíðina fingið skotið í skógvarnar og hoyrt fyri líkasælu sína. Ein hevur ikki kunna opnað vikubløðini, uttan at hava sæð negativar ábendingar og ákoyringar frá almennari síðu. Umtalaðu misálit hava oftast, fyri ikki at siga hvørja ferð, verið svaraðar sum ein slutur fyri ein slatur. Tíðindagreinin hin 10.hs. ber eisini boð á sama hátt.
Ráharrin pástendur at Landssjúkrahúsið er gott. Tað kann so gott verða at so er. Eitt Landssjúkrahús fyri nógvar hundraðtals milliónir skuldi sanniliga verið gott. Men fyri at rættleiða ráðharran, skal pástandast, at tað er ikki Landssjúkrahúsið, sum galið er við, men heldur viðgerðin sum heild, sum har verður givin.
Hann sigur víðari, at hann ikki er samdur við støðið í greinarøðini, sum seinastu tíðina hevur verið í føroyskum fjølmiðlum, ti tær geva eina ræðumynd. Men hetta er nú einaferð so. Og sannleiksorð sjálvt um tey geva eina ræðumynd ella ikki, kunnu ikki goymast burtur í hesum føri. Eitt er so heilt víst, at tær sorgarsøgur vit hava lisið og hoyrt um, eru minni parturin av “kiskunum” ið framm eru farnar innan Føroyska Heilsuverkið. Skal viðganga, at eg eri vitandi um fleiri aðrar, sum av góðari grund, ikki eru festar á blað.
Eg ivist onga løtu í, at allarflestu starvsfólkini á sjúktahúsunum rundt landið, gera sítt allarbesta í núverðandi óunniligu støðu teirra. Og tøkk skulu tey hava fyri tað.
At ráharrin fyrsta dagin skal uttanlanda, oppá landsins besta, fyri at kunna seg um stýring á heilsuverki í øðrum londum, er eftir mínum tykki tiltrongt í stóran mun. Manglandi kunnleiki hansara á hesum øki, er onki at ivast í. Tí tað hevur mangan undra meg, og ikki bert meg, at tað ongantíð er gingið upp fyri honum, at kannska feilurin liggur á øðrum stað. Kannska í leiðsluni.