Kári á Rógvi
?????????????
Valsendingarnar
Sjónvarp Føroya valdi til hetta valið at skipa valsendingarnar øðrvísi enn higartil. Valevnini úr ymsu valdømunum fingu tvey høvuðsevni at røða um, og síðan stóð ein einsamallur sjónvarpsmaður fyri at spyrja kontantar og skjótar spurningar.
Føroyingar eru vanir við valfundir, har valevnini sleppa at halda stuttar røður eftir egnum tykki. Ógvuliga ymiskt er, hvussu tað liggur fyri hjá fólki at leggja fram. Ein søga er um valevni í Eysturoynni, sum stilla upp fyri Framburðsflokkin á sinni. Kjartan Mohr floksformaður sendi honum eina skrivaða røðu at lesa upp. Hesin so gjørdi, og tá ið hann kom til eitt serliga væl skrivað brot í røðuni, hugdi hann upp og segði: "og hatta haldi eg eisini sjálvur!".
Á valfundum hava valevnini skifst um at hildið røður, skift orð sínámillum og ofta eisini svarað spurn-ingum frá veljarum.
Útvarp og síðani sjónvarp tóku henda siðin upp. Valevnini skrivaðu sær (ella læntu) smáar røður. Floksformenn og aðrir oddafiskar dystaðust ella svaraðu spurningum.
Men, nú var liðugt við tí. Nú skuldu valevnini í øllum valdømunum uppá hálvan annan minutt greiða frá einum evni, sum sjónvarps-maðurin hevði valt. Síðani vórðu tey forhoyrd við somu góðsku og vælvild, sum tá lektor Blomme hevði ein ringan dag.
Smæðin og avbrotin
Valevnini vóru tey nógvu illa sperd. Óvon at leggja fram alment, við hvør síni røðu í lummanum, sum Øssur snipst kvetti av.
Liðugt var við orðaskifti millum valevna. Øssur hølvaði tey av. Vallyfti og útsagnir vórðu vend á høvdið og valevnini kravd at standa til svars.
Fyri hvørt evni, sum varð tillutað einstaka valdøminum, slapp ein "vanligur" persónur at greiða frá síni støðu. Hesin persónur slapp í sínum egna umhvørvi við sínum egnu orðum at greiða frá. Afturímóti skuldu valevnini kroystast inn í ein ókendan karm, har tey máttu siga sum mest meðan minutturðið tikkaði, og Øssur ótolin bíðaði.
Mong valevni, enntá verandi politikarar, vinnufólk og fólk kend úr felagsvirksemi, hugdu niður, meðan tey lósu upp eitt ov langt upprit. Tey vóru sera ótrygg, og nógv teirra vóru ikki at kenna aftur.
Spurningarnir fullu sum byrsuskot og valevnini fingu nóg illa orðið upp, fyrr enn tey vórðu avbrotin og spurd uppaftur. Valevnini sluppu ikki at seta dagskránna og sluppu ikki at dystast sínámillum.
Ein vaskektað gøla
Øssur Winthereig er blaðmannahetja í hesum døgum. Við bókini um at skjóta journalistin hevur hann tala Roma mitt ímót og víst seg sum órædda kempu hjá tí óhefta statsvaldinum.
Í síni tíð var ein kabarett, ið nevndist kreppukabarettin. Tey hermdu eftir Øssuri, sum vant seg upp um hvørt smámál og staðfesti aftur og aftur, at hetta var ein "vaskektað gøøøla".
Fyri mær at síggja var hetta ein gløgg eygleiðing. Heldur enn at upplýsa og og kunna okkum hyggjarar, so leitaði Øssur eftir gølum undir hvørjum steini. Tað ráddi um søguna, vinkulin, ikki høpið, orsøkir og umstøður.
Bókin um at skjóta journalistar hevur somu brek. Hóast nøkur poeng um, hvussu politikarar skylda uppá journalistar og nøkur avdúkandi skjøl, so megnar bókin ikki neyvt at greiða frá, hvat hendi í teim ymsu málunum og seta tað inn í rætta høpið. Tað er ringt at síggja, hvussu "søgurnar" í bókini eru grundaðar á tær nevndu keldurnar; og tað er rættiliga vist, at fólk við akademiskari skúling høvdu aftrað seg við at latið frá sær eitt verk skipað og dokumenterað verk á henda hátt.
Skilafólk ella Professionel.
Tað er júst høpið ? samanhangurin - sum manglar í valsendingunum. Valið er ikki bert ímillum flokkar og einstøk valevni. Valið er eisini ímillum hvat slag av politikarum, vit vilja hava.
Skulu umboðini vera skilafólk, álitisfólk, sum hava klárað seg í verki og tikið prógv frá lívsins skúla? Ella vilja vit heldur hava miðlavand, professionel umboð, ið duga at venda sær í einum aðalráði?
Føroyska siðvenjan er at velja áhugupolitikarar. Ofta kenna veljararnir fleiri av valevnunum persónliga ella av umtalu. Hesi valevni eru kend úr kommupolitikki, áhugafeløgum ella øðrum høpi sum veljarin kennir.
?Konseptið? hjá SVF var til tey professionellu. Óhefti miðilin skal ikki vera ein forlongdur armur hjá lýsingarfyritøkum, journalisturin skal annað enn halda mikrofonini. Valevni, sum eru von at sleppa at hugsa seg um, og politikarar, sum vanliga sleppa at viðgera málini í frið og náðum, skuldu nú ígjøgnum kryvjimaskinuna hjá SVF og uppá staðið fáa roknistykkið at passa.
At velja tvey evni til hvørt valdømi gjørdi eisini, at ringt var at síggja mun á flokkunum. At spyrja um heilsuverk í Norðoyggjum førir sjálvsagt við sær, at øll valevnini markera sín stuðul til Klaksvíkar Sjúkrahús, umframt at tey endaðu inni á so tekniskum evnum akslakirurgi. At spyrja um umhvørvið í Eysturoynni førdi á sama hátt til semju um SEV-útbyggingar.
Sendingin um Suðurstreym hevði onki við Suðurstreym at gera. Mytan tyktist verða váttað um, at veljarin í Havn velur landspolitikarar, meðan tey á bygd velja lokalpolitikarar. Men, høvdu tey spurt valevnini í Suðurstreymi um sjúkraviðgerðin á landssjúkrahúsinum ikki kundi verið flutt til Klaks-víkar, tá tunnilin kemur, ella um Strandferðslan ikki kundi ligið í Suðri, so høvdu tey ivaleyst víst seg líka so lokal sum tey á bygd.
?Fokus á valdømini? vísti seg ikki at vera rætta vøruheitið. Valskipanin byggir á, at tað er bæði rætt og rímiligt at veljarin sleppur at velja sær umboð so nær at sær sjálvum, sum til ber. Tølini vísa enntá, at verandi valdømi eru størri enn veljarin kundi hugsa sær. Í Eysturoynni t.d. fara atkvøðurnar sjálvdan úr bygdarlagnum. Størri val-dømini eru, meiri lokalt noyðist veljarin at atkvøða. At fáa nakrar hálvkvaldar viðmerkingar til landsmál, ella staðfest at summi mál eru felags fyri øll uppstillaði í valdøminum, hjálpti neyvan veljaranum at taka støðu.
Tíðindamaðurin vísti seg aftur sum professionellan at seta fram spurningar, men sum amatør at seta fokus á samansett og torfør evni. Veruligt fokus á valdømini hevði borið í sær at kanna nærri støðuna hjá valdøm-unum demografiskt, vinnuligt og politiskt, og síðan samanbera tað vil valskráir og vallyfti.
Men, lat tað vera sagt. Politikararnir hava ikki játtað kringvørpunum pengar til slíka uppgávu.
Flokkarnir
Føroyar eins og danska ríkið hava eina stutta demokratiska søgu. Upprunaliga var tað hildið at vera í stríð við stjórnarskipanina at fólksins umboð skipaðu seg í flokkar og bundu seg til annað enn til sína egnu samvitsku og síni egnu vallyfti. Leingi átalaði tingformaðurin á fólkatingi, at røðarar vístu til nakran flokk.
Sjálvt um einstaku flokkarnir í summum tíðarskeiðum og innan summi spurningar, hava havt greiðar støður og politiskar pakkaloysnir, so er tað framvegis millum persónar at veljarin velur.
Hetta samspælið ímillum flokkar og valevni riggar ikki nóg væl. Sendingin hjá SVF er helst ein fráboðan um tíðina, ið kemur. Valevni og flokkar mugu duga at svara spurningum stutt og uppá standandi fót, duga at hyggja inn í rætta kameraið, velja rætta slipsið og tosa miðlamál.
Stóri feilurin hjá flokkunum er, at teir ikki finna sær valevni í nóg góðari tíð og skúla og fyrireika tey. Øðrumegin mugu tey tryggja sær kunnleika til politisk og samfelagslig evni og viðkomadi førleikar at vera við í tingarbeiði. Hinumegin mugu tey læra seg at klára seg í smørtum, stuttmintum miðlum.
Snøgt sagt mugu skilafólk, eins og ítróttafólk seinastu árini, gerast halvprofessionell. Flokkarnir mugu fáa fleiri pengar at arbeiða við og mugu útbúgva skilafólk at klára seg í politisku fyrstu deild.
Sjónvarp Føroya Fólks
Flokkar og valevni vóru ikki fyrireikaði uppá hesa mylnuna, og SVF kundi sum skattafíggjaður miðul havt sæð tað sum part av síni public service uppgávu at verið við í politisku førleikamenningini og kunnað eitt sindur betur um konsept og teknikk. Men, partur av trupulleikanum er sjálvsagt, at løgtingið hvørki vil játta nóg mikið til kringvørpini ella flokk-arnar.
Meðan bæði flokkar, valevni og miðlar eftir Fokus-sendingarnar tykjast sum amatørar, veksur bara valdið hjá lobbyistum, nørdum og embætisverki.











