Eyðun Jacobsen frá Fjarðafestivalinum verður gestur á Rás2 millum kl. 13 og 15 í dag Seinasta stóra summartiltakið í ár verður Fjarðafestivalurin. Fjarðafestivalurin verður í Kelduni, og í økinum kring Kelduna í Skálabotni, og verður festivalurin vikuskiftið 29. til 31. august. Rás2 fer at seta fokus á Fjarðafestivalin í seinnapartssendingini, sum verður millum kl. 13 og 15. Eyðun Jacobsen frá Fjarðafestivalinum verður gestur í útvarpsstovuni í Miðlahúsinum, og lurtarin fær høvið at hoyra tónleikabólkarnar, sum koma at framføra á Fjarðafestivalinum. Høvið verður hjá lurtarunum at senda spurningar til Eyðun á 559999. Onkrar burturlutingar verða eisini í sendingini.