Fokus á Europa á javnaðarstevnu

Tað vera ikki einans heimligir spurningar, sum fara at verða viðgjørdir á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum hetta vikuskiftið. Fokus verður eisini sett á Europa og tað europeiska samarbeiði og her ikki minst á EU. Í hesum sambandi er formaðurin í Europanevndini hjá Fólkatinginum, Claus Larsen-Jensen komin til Føroya at halda fyrilestur.

Landsstevna
Jan Müller
jan@sosialurin.fo



Claus Larsen-Jensen sigur við Sosialin, at hann fer at tosa um Europa í dag og í framtíðini. Hann vísir á, at uttan mun til um lond eru limir í EU ella ikki, so fer útviklingurin í EU at hava stóra ávirkan á framtíðar útviklingin í øllum londunum, og tí eru allir evropearar noyddir til at fyrihalda seg til gongdina innan EU so ella so.

?Eg eri fegin at vera boðin til Føroya at tosa um øll hesi viðurskiftini, og fari eg tí eisini at geva eina mynd av, hvar fer at henda í tí nýggja Europa. Frá at vera ein felagsskapur, sum mest hevur samstarvað um handilslig áhugamál, verður framtíðar EU meira ein politiskur felagsskapur. Claus Larsen-Jensen sigur víðari, at tað er ein sannroynd, at tað tjóðskaparliga telur meira og meira í nógvum av londunum, og tí verður tað uppgávan hjá EU at sameina tað tjóðskaparliga við felags áhugamálini hjá øllum londunum. Claus Larsen-Jensen fer so eisini at viðgera Norrøna samstarvið, hvønn týdning tað hevur sæð í EU-høpi. Hann fer eisini at nema við, hvussu verður við viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar í framtíðar Europa. Eisini fer hann longur út í heim og fer at seta Europa í relatión til restina av heiminum.

Claus Larsen-Jensen fer at vera við á øllum landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum, sum verður í Læraraskúlahøllini fríggjakvøld og leygardag.