Fokus á bróstini

Seinasta mánaðin hevur Føroya Felag Móti Krabbameini varpað ljós á bróstkrabba Skjót viðgerð bjargar lívum, og tí hevur kunning stóran týdning, sigur felagið Hol var longu sett á bróstkrabba mánaðin í september, tá fyrsta altjóða bróstkrabbaráðstevnan var í Føroyum.

140 kvinnur úr Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi og Hollandi komu til ráðstevnuna. Í Føroyum var tað Bót til Bata, ið er ein undirbólkur hjá Føroya Felag móti Krabbameini, ið hevði fyrireikað ráðstevnuna. Skráin var fjølbroytt, og á heimasíðuni hjá Føroya Felag Móti Krabbameini ber til at síggja fyrilestrar frá ráðstevnuni.

Á ráðstevnuni greiddi danski onkologurin, Jørn Andersen, um gongdina í bróstkrabbaviðgerðini, um at útlitini fyri at gerast frískur eru nógv betur nú enn fyri nøkrum árum síðani.

Væntandi verða viðgerðir í framtíðini í alt størri mun skræddaraseymaðar til hvønn einstakan sjúkling, so sleppast kann undan at yvirbehandla kvinnur, so tær sleppa undan óneyðugum hjáárinum.

Føroya Felag Móti Krabbameini vónar, at kunningarátøkini hava gjørt enn fleiri føroyskar kvinnur varugar við, at tær kunnu bjarga teirra egna lívi við at fylgja teim sjey ljósareyðu boðunum. Boðini eru hesi:

1. Stendur tær í boði at verða kannað í bróstunum, so tak av.

2. Kanna teg sjálva regluliga.

Verður tú varug við broytingar í bróstunum, far so til lækna.

3. Et nógva frukt og nógv grønmeti. Sunnur kostur er umráðandi.

4. Íðka ítrótt. Gang. Renn. Svim ella rør teg á ein hátt, sum tær dámar.

5. Hald eyga við vektini. Eyka kilo = øktur heilsuvandi.

6. Halt uppat at roykja, helst í dag.

7. Avmarka nýtsluna av rúsdrekka.