Felags fyri B68 og Víking, sum klokkan 19 hittast á Svangaskarði, er, at tey mikukvøldið vóru í steypadysti. Hjá B68 var talan um vónbrot, tí tað ikki eydnaðist at vinna seg í steypafinaluna, har toftamenn bara hava verið eina ferð áður – í 1995 tá ið HB vann 3-1.
Hjá Víkingi var fagnaðurin stórur eftir 2-0 tapið við Margáir. Samantalda úrslitið er 4-3 sigur, og harvið er møguleiki fyri sigri í triðju steypafinaluni á rað:
-Vit eru ovurfegnir um at hava tryggjað okkum finaluplássið. Nú ræður um at leggja tað til viks og fokusera á avbjóðingina á Toftum í kvøld, sigur Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen.
Súni Olsen er skurðviðgjørdur og harvið ikki tøkur. Tað er smeitur, og so er spurningurin, hvussu tað verður við Bárði Hansen, sum noyddist av vøllinum mikukvøldið, og miðverjanum og liðformanninum Atla Gregersen, sum hevur trupulleikar í rygginum. Viljasterki Hans Jørgen Djurhuus spælir, hóast hann hevur skaðar at dragast við. Hesa ferð eru dagarnir færri at koma fyri seg í, enn teir plaga at vera. Álopsspælarin Andrias Lava Olsen og miðvallarin Sølvi Vatnhamar eru komnir heim av flatlondum.
Hjá B68 er hugburðurin góður, hóast støðan er hættislig:
-Tað eru tveir dystir eftir undan summarsteðginum – á heimavølli ímóti Víkingi og so á Argjum – og vit ætla okkum stig og at vinna báðar ferðirnar. Avrikið ímóti HB mikukvøldið gevur okkum mót um, at tað skal bera til, sigur B68 liðformaðurin Jóhan Dávur Højgaard.
Hjá B68 er Evrard Blé ikki tøkur. Hann er framvegis knæskaddur.










