Fokus er á javnstøðu og kynsbýtið, bæði á arbeiðsmarknaðinum og við hús, nú skipað verður fyri stórari ráðstevnu um evnið í næstu viku.
Hví eru so fáir menn í umsorganarstørvum og í starvi innan undirvísing? Hví fara so fáir menn í barsilsfarloyvi? Hví arbeiða so nógvar kvinnur niðursetta tíð? Hvør hevur ábyrgd av javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum og heima? Hvussu ávirkar arbeiðsmarknaðurin í útjaðaranum javnstøðuna?
Spurningarnir verða viðgjørdir á ráðstevnuni, sum verður fyriskipað av íslendska formansskapinum í Norðurlandaráðnum, og sum verður hildin í Norðurlandahúsinum týsdagin og mikudagin í næstu viku.
Jóhan Pauli Helgason, fulltrúi í Vinnumálaráðnum, samskipar ráðstevnuna, har granskarar og serfrøðingar, bæði føroyskir og útlendskir, fara at leggja fram:
Eftir hansara tykki er stórur munur á Norðurlondum, hvat javnstøðu millum kynini viðvíkur. Tí kann ráðstevnan hjálpa Vinnumálaráðnum til at seta fokus á javnstøðu og orða ein nýggjan javnstøðupolitikk.
Skráin fyri ráðstevnuna sæst við at TRÝSTA HER.
Hoyr samrøðu við Jóhan Paula Helgason við at trýsta á pílin undir myndini.