Fokus á fleiri nøgdar kundar

Hósdagin verður Ársins Søludagur í Norðurlandahúsinum. Dagurin er ætlaður teimum sum ynskja at styrkja og menna síni søluevni og sínar søluførleikar.

Hósdagin verður Ársins Søludagur í Norðurlandahúsinum. Dagurin er ætlaður teimum sum ynskja at styrkja og menna síni søluevni og sínar søluførleikar.

 

Tað er felagið Fegin, sum samskipar søludagin, og er hetta annað árið á rað, at skipað verður fyri hesum degi. Stjórin í Fegin, Niclas Heri Jákupsson, sigur, at tey hava sett stór krøv til tey sum skulu hava fyrilestrar.

 

– Vit hava sagt teimum, at vit ynskja at tey skulu vera konkret og málrættað við tí, sum tey leggja fram. Vit vilja hava, at tey sum koma at líða á, skulu fáa nøkur konkret søluamboð, sum tey kunnu brúka longu dagin eftir.

 

Fyrilestrarhaldara verða:

Eskild Ebbesen – ”Tænk som en vinder”

Anna Thygsen – ”Kvinder og salg”

Heini Zachariassen – ”Beinleiðis samrøða um marknaðarførðing og sølu”
Jens Løgstrup Poulsen – ”Søluamboð og søluteknikkir”
Sam Jakobsen – ”Góð tænasta selur”

Niclas Heri Jákupsson – ”Søludirvi vs søluótta”