Uni Wardum helt eftir dystin, at tað er ein einstøk orsøk, sum fram um aðrar hevur viðført, at spælið hjá Kyndli nú gongur betri.
- Vit fokusera meira upp á sjálvt spælið, heldur enn at brúka tíð til at skelda dómarar og annað. Hetta gevur eisini færri útvísingar í okkara part, soleiðis at tað ikki gerst ov tungt at spæla.
- Harumframt haldi eg eisini, at spæligleðin er størri nú. Hetta gevur størri hugflog í spælinum, samanhaldið er betri og alt í alt eru vit sum lið betri nú, enn vit vóru, tá kappingin byrjaði