Fokker Fellowship á framsýningarferð í 1971

8. november 1971 lendi eitt Fokker Fellowship flogfar fyri fyrstu ferð á flogvøllinum í Vágum. Talan var um ein framsýningartúr.

Hetta jet-flogfar, sum tók 65 ferðafólk, brúkti einans tveir tímar um teinin millum Kastrup og Vágar í mun til Fokker Friendship flogførini, sum tá flugu millum Kastrup og Vágar. Hesi flogfør tóku 44 ferðafólk og brúktu slakar fýra tímar um sama túr.
 

  • februar 1971 gavst Icelandair við føroyaflúgvingini og danska innanríkisflogfelagið Danair tók yvir. Teir flugu framvegis við Fokker Friendship flogførum, sum tóku 44 ferðafólk. Seks ár seinni, í 1977,  komu Maersk Air við Boing-737 flogførum, sum tóku 120 ferðafólk.

  •  
     
    Keldur: Myndaárbókin - árið ið fór 1971 / Landsverkfrøðingsstovnurin 50 ár