Foighel vitjar grundlógarnevndina

Fyrrapartin í gjár vitjaði kendi professarin í altjóðarætti, ES-rætti, skattarætti og mannarættindum, Isi Foighel, grundlógarnevndina. Hann skuldi á hesum tólvta regluliga fundi nevndarinnar greiða frá um ymisk evni í grundlógarhøpi.

John Johannessen


Fyrrapartin í gjár vitjaði kendi professarin í altjóðarætti, ES-rætti, skattarætti og mannarættindum, Isi Foighel, grundlógarnevndina. Hann skuldi á hesum tólvta regluliga fundi nevndarinnar greiða frá um ymisk evni í grundlógarhøpi.

Isi Foighel hevur undirvíst og granskað í Danmark, USA og Ísrael. Eisini var hann danskur skattamálaráðharri í Schlüther stjórnini frá 1982 til 1987, og frá 1984 til 1987 var hann eisini fólkatingslimur.

Isi Foighel umboðaði eisini Danmark í altjóða rættarmálinum um marknatrætuna í Norðsjónum við serligum áhuga fyri Føroyar. Harafturar var hann eisini við í nevndini, sum fyrireikaði grønlendska heimastýrið.

Seinnu árini hevu Isi Foighel serliga fingist við mannarættindi, bæði sum dómari í europeiska mannarættindardómstólinum í Strasburg og sum høvundur og granskari. Isi Foighel hevur í virki sínum víst á nógv øki, har mannarættindini eru ov lítið vird. Eitt nú hevur hann víst á, at mannarættindini ikki verða vird á skattaøkinum.

Av álitisstørvum hevur Isi Foighel millum annað verið limur í donsku UNESCO-nevndini, donsku flóttafólkanevndin og serligu ST nevndini, ið skal gera enda á rasismu.

Isi Foighel hevur gjørt sera nógv fyri at gera lóg og lógarmál skiljandi fyri vanlig fólk, og hevur m.a. skriva bøkurnar ?Kend din menneskeret? og ?Jura er ikke nok?.

Isi Foighel er jødi, men flutti í 1933 til Danmarkar. Undir krígnum búði hann í Svøríki.

Kendi professarin helt í gjárkvøldið fyrilestur í Læraraskúlahøllini undir heitinum »Gælder menneskerettighederne«. Grundlógarnevndin sigur í tíðindaskrivi, at hesin fyrilestur kann síggjast sum ein liður í arbeiðinum fyri at kanna møguleikarnar fyri at stovna løgfrøðiliga gransking og undirvísing í Føroyum.