Fogh vil hitta Obama sum skjótast

Danskir diplomatar arbeiða dúgliga við at skipa fyri einum fundi millum danska forsætisráðharran og nýggja amerikanska forsetan. Fundurin skal styrkja Fogh politiskt - Fogh vil hitt Obama sum skjótast fyri at vísa, at hann hevu ikki skatt donsk áhugamál við at hava eitt tætt samband við Bush, sigur ein ónevndur diplomatur við Berlingske Tidende í dag.

Barrack Obama verður tikin í eið sum amerikanskur forseti týsdagin, og Fogh ætlar at fáa fund í lag sum skjótast eftir tað.

- Um tað ikki eydnast Fogh at fáa ein fund við Obama fer tað at ganga út yvir hansara pondus í sambandi við verðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn og styrkini hjá honum í heimliga politikkinum, sigur diplomaturin við danska blaðið.