NATO-aðalskrivarin, Anders Fogh Rasmussen, ætlar nú at fáa muslimskar hermenn til Afghanistan at hjálpa NATO-deildunum. Við Berlingske Tidende sigur hann, at eydnast tað at fáa muslimsk lond at senda hermenn til Afghanistan, er tað ein staðfesting av, at kríggið har hevur einki við átrúnað at gera, men at talan er um eitt kríggj ímóti yvirgangi og víðgongdum kreftum.
Aðalskrivarin hevur havt samband við fleiri muslimsk lond, og hann útilokar ikki, at nøkur teirra fara at senda hermenn til Afghanistan.