Nú er tað alment, at Andres Fogh Rasmussen verður nýggjur NATO-aðalskrivari. Á tíðindafundi fyri lítlari løtu síðani takkaði Fogh fyri álitið. Stutt fyri tað hevði Barak Obama tikið í hondina á Anders Fogh Rasmussen og ynskt honum tillukku. Turkar hava góðtikið Anders Fogh Rasmussen sum aðalskrivara Tìskil verður bara bíðað eftir, nær Anders Fogh Rasmussen fer at leggja frá sær sum forsætisráðharri. Eygleiðarar vænta, at tað kann verða týsdagin. Tá skal Lars Løkke Rasmussen skipa nýggja stjórn og tekur sjálvur við sum nýggjur forsætisráðharri.
Lars Løkke Rasmussen skal í dag í 75 ára føðingardag hjá pápa sínum, og soleiðis fáa feðgarnir báðir eina eyka føðingardagsgávu.
Gitt verður óført um, hvussu nýggja stjórnin fer at síggja út, og hvussu nógvir ráðharrar verða skiftir út.
Í øllum førum hevur vælferðarráðharrin, Karen Jespersen, boðað frá, at hon leggur frá sær, Onkur skal manna fíggjarmálaráðið hjá Lars Løkke Rasmussen - so roknað verður við stórum broytingum í stjórnini.