Anders Fogh Rasmussen fer kortini ikki at skriva út nýval. Hann hevur broytt ætlan í síðstu løtu og verður val seinni. Portalurin visti í morgun at siga frá keldum í Vinstraflokkinum, at Fogh fór at skriva út val í dag. Nú frættir Portalurin, at hann hevur broytt hesa ætlan og heldur vil brúka tíðindafundin í dag til at greiða frá nýggja vælferðarpakkanum.