Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, kemur í tíðargrein í Berlingske í dag við sera beinleiðis atfinningum av amerikanska forsetanum, Donald Trump, og varaforseta hansara, J.D. Vans.
Seinni segði hann fyri stuttum við Fox News, at Danmark er "ikki ein góður sameindur".
- Tað er ein skammleysur og hárreisandi pástandur. Danmark er ein av nærmastu, mest trúgvu og loyalu sameindu hjá USA. Vit stríddust lið um lið við USA í Afganistan og Irak, skrivar Anders Fogh Rasmussen í Berlingske.
- Fyri teir túsundtals donsku hermenninar, sum settu lív sítt í váða saman við amerikanskum og bretskum hermonnum, er tað beiskt at hoyra ein amerikanskan varaforseta koma við slíkum løgnum ákærum, skrivar hann.
Í 00-árunum menti Anders Fogh Rasmussen eitt sera tætt samband við táverandi amerikanska forsetan, George W. Bush, sum var forseti frá 2001 til 2009. Júst somu ár var Fogh forsætisráðharri í Danmark.
Tá luttók Danmark saman við USA í krígnum í Irak og Afghanistan.
Anders Fogh Rasmussen hugdi tí við ræðslu, tá Donald Trump helt sína setanarrøðu sum forseti 20. januar. Her segði Donald Trump millum annað um Panamaveitina, at "vit góvu Panama hana, og vit taka hana aftur".
Sama dag endurtók Donald Trump ynskið um, at USA skuldi hava ræðið á Grønlandi.
Anders Fogh Rasmussen kallar tað "pínufult" at eygleiða eina gongd, har USA undir Trump tykist at royna at taka øki frá øðrum londum. Í málinum um Danmark, enntá ein tættur sameindur í nógv ár.
Donald Trump vísti longu á ynski um at keypa Grønland í 2019 í sínum fyrsta forsetaskeiði. Tað varð skjótt víst aftur av forsætisráðfrúuni Mette Frederiksen (S), sum kallaði hugskotið "absurt".
Hesaferð hevur Trump skerpað retorikkin og hóttanirnar í ein mun, sum hevur vent heimsmyndini hjá Anders Fogh Rasmussen um USA sum fyrimynd fyri allan heimin á høvdið. Hann kallar gerðirnar hjá Donald Trump fyri "óhoyrdar".
- Tað er framvegis mín meining, at heimurin hevur brúk fyri einum løgreglufólki, skrivar fyrrverandi forsætisráðharrin í tíðargreinini í Berlingske.
- Men tá hann (Trump, red.) ikki vil átaka sær tann leiklutin, og enntá tekur sær ein retorik og eina atferð, sum líkist atferð hjá brotsmonnum, sum hann skal halda niðri, noyðast vit evropearar at verja okkum móti ránsmonnunum, sum liggja í bíðirøð eftir rovdjórum beint uttan fyri okkara landamørk.
/Ritzau/