Fogh til Grønlands

Anders Fogh Rasmussen leggur nú leiðina til Grønlands. Áleikandi evni verða tikin upp á tveir dagar longu arbeiðsvitjanini

Danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, er eftir øllum at døma vorðin so mikið glaður fyri at ferðast til ríkesfelagar sínar, at hann nú fer á stutta vitjan í Grønlandi.
Anders Fogh fer til Grønlands mikudagin, og steðgurin verður tveir dagar.
15. januar eftir eina stutta, men ógvuliga væl eydnaða vitjan í Føroyum, allir politisku flokkarnir kendu vitjanina og útsagnirnar hjá danska forsætisráðharranum sum stórsigar.
Anders Fogh hevur eftir øllum at døma heldur ikki gloymt føroyavitjanina.
? Jeg lægger vægt på hurtigt at få førstehåndskendskab til, hvad der rører sig inden for rigsfællesskabet. I samme anledning besøgte jeg Færøerne for et par uger siden, sigur Anders Fogh Rasmussen undan fráferðini til Grønlands.
Áleikandi evni eru á skránni teir báðar dagarn, ið forsætisráðharrin er í Grønlandi.
Jeg ser frem til at høre nærmere om de grønlandske synspunkter. Samt om, hvordan det generelt går i Grønland. Og lytter gerne til, hvilke tanker man gør sig i Grønland om fremtiden.
På udenrigsområdet vil vi drøfte forholdet til USA og til EU. Det sidste også i lyset af det danske formandskab i 2. halvår 2000, sigur altso Anders Fogh Rasmussen.