Fogh skiftir fólk

Karen Jespersen, sum áður hevur verið ráðharri í almannamálum hjá Poul Nyrup Rasmussen, verður nú ráðharri í sama málsøki hjá Anders Fogh Rasmussen Tað verða gjørdar broytingar í donsku stjórnini í morgin. Tað veit Berlingske Tidende at siga í kvøld. Mest umrødda broytingin verður, at Karen Jespersen, sum áður hevur umboðað Javnaðarflokkin bæði í Fólkatinginum og í stjórnini hjá Poul Nyrup Rasmussen sum ráðharri í almannamálum, nú verður ráðharri innan sama økið. Í 2004 fór Karen Jespersen úr Fólkatinginum, og seinni tók hon seg úr Javnaðarflokkinum. Tíðliga í ár gjørdist hon limur í Vinstra, og nú verður hon altso ráðharri.

Eva Kjær Hansen í Vinstra hevur verið ráðharri í almannamálum. Hon verður nú ráðharri í matvøruøkinum (eitt nú landbúnaður og fiskarí), og Jacob Axel Nielsen, sum higartil hevur verið framsøgumaður í skattamálum hjá Konservativa Flokkinum, verður nýggjur ráðharri í samferðslumálum.

Úr stjórnini fara Flemming Hansen úr Konservativa Flokkinum, sum hevur verið samferðsluráðharri, og Hans Christian Schmidt úr Vinstra, sum hevur verið ráðharri í matvørumálum.

Fyri fjúrtan døgum síðani varð roknað við, at Anders Fogh Rasmussen fór at útskriva val til Fólkatingið. Orsaka av innanhýsis ósemju millum stjórnarflokkarnar um skattapolitikkin, varð valið útsett.

Nú siga eygleiðarar á Christiansborg, at Anders Fogh Rasmussen saman við formanninum í Konservativa Fólkaflokkinum, Bendt Bendtsen, hevur trimmað stjórnina, og at valið ikki verður útskrivað fyrrenn um meiri enn eitt ár.