Fogh á sjarmuferð til Russlands

Danski aðalskrivarin hjá NATO, Anders Fogh Rasmussen, fer nú á sjarmuferð til Russlands. Sambandið millum Russland og Vesturheimin hevur verið øskukalt síðani kríggi ðí Georgia í fjør, men hetta vil Fogh Rasmussen broyta. Við franska blaðið, Midi Libre, sigur hann seg vilja betra um sambandið millum Russland og Nato-londini.