Fogh og Bendtsen í hvøssum orðadrátti

Floksformenninir í donsku stjórnarflokkunum eru rúkandi ósamdir í spurninginum um, hvussu møguleikin fyri boykotti av OL setanini seinni í summar skal viðgerast Síðani Vinstri og Konservativi Fólkaflokkurin í 2001 skipaðu stjórn, hevur áralagið verið ógvuliga gott millum floksformenninar báðar, Anders Fogh Rasmussen, forsætismálaráðharra, og Bendt Bendtsen, varaforsætismálaráðharra.

Nú eru teir í opnum orðadrátti, og tað hevur vakt miklan ans í Danmark. Teir eru ósamdir í spurninginum um boykott av OL setanini seinni í summar.

Anders Fogh Rasmussen skýrdi tað í gjár at vera hýklarí, tá ið tað orsakað av støðuni hjá Kina til mannarættindaspurningar verður tosað um møguleikan at halda seg burtur frá OL setanini í august. Í dag hevur forsætismálaráðharrin, sambært Ritzau, endurtikið sína støðu, og tað hevur fingið formannin í Konservativa Fólkaflokkinum, Bendt Bendtsen, at taka til orðanna.

Konservativi formaðurin heldur tað vera undarligt at skýra møguleikan fyri boykotti at vera hýkleriskan, tá ið talan er um viðkomandi orðaskifti, sum er í nógvum londum:

-Eg haldi fast við ábreiðsluna ímóti orðavalinum hjá forsætismálaráðharranum - orð fyri orð, sigur Bendt Bendtsen við Ritzau.

Harvið heldur óvanliga hvassi orðadrátturin millum teir báðar formenninar í stjórnarflokkunum fram.

Almenni politikkurin hjá Danmark er, at danska stjórnin skal taka lut í setanarhátíðini í Bejing í august, um ikki annað verður avrátt á fundi í juni millum uttanríkismálaráðharrarnar í ES.