Fogh misnýtir embætismenn í valstríðnum

Óheftir løgfrøðingar og andstøðan ákæra stjórnina hjá Anders Fogh Rasmussen fyri at misnýta embætismenn í valstríðnum eftir, at fíggjarmálaráðið hevur roknað uppá ætlanina hjá Javnaðarflokkinum Made in Denmark. Fogh heldur fast við, at einki skeivt er farið fram

Fólkatingsval

Arbeiði skuldi bjarga Lykketoft, men fáar dagar inni í valstríðnum vóru yvirskriftirnar í Jyllandspostinum og Børsen, at milliardir vænta í, fyri at ætlanin Made in Denmark, ið skal skapa 50.000 nýggj størv yvir fimm ár, kann lata seg gera.
Útrokningarnar koma frá fíggjarmálaráðnum hjá VK stjórnini, og nú hevur danski Javnaðarflokkurin klaga stjórnina til fólkatingsins umboðsmann fyri misnýtslu av embætismonnum í tænastu. Men einki skeivt er farið fram, sigur Anders Fogh Rasmussen. Hann leggur aftrat í einum tíðindabrævið, at nú heldur hann, at tað er uppá tíðina, at tosað verður um innihald heldur enn smálutir og skjøl.
Anders Fogh Rasmussen heldur fast við, at ongar útrokningar eru gjørdar eftir, at fólkatingsvalið varð skrivað út tann 18. januar. Fogh er eisini lagdur undir, at hava nýtt tøl frá hesum somu útrokningum, tá ið hann hitti mótstøðumannin, Mogens Lykketoft í hólmgongu á sjónvarpsrásini TV2 týskvøldið 18 januar. Men hesum vísir hann eisini aftur. Hesi tølini eru roknaði út í sambandið við skattaætlanina hjá Javnaðarflokkinum frá 4. januar og skjølini eru dagfest tann 14. januar, sigur Fogh.
Longu tveir dagar áðrenn valið varð skrivað út, legði Mogens Lykketoft fram ætlanina Made in Denmark, og tí kundi fíggjarmálaráðið rokna út, hvat hon kostar. Hesir upplýsingar eru síðan komnir í hendurnar á fjølmiðlunum.

Óhóskandi valstíð
Fleiri serfrøðingar halda, at tað er sera óhóskandi, at fíggjarmálaráðið undir VK stjórnini roknar uppskotið hjá Javnaðarflokkinum eftir fyri síðan at leka tað út til fjømiðlarnar undir valstríðnum. Løgfrøðiliga er spurningurin, um fíggjarmálaráðið hevur roknað uppá uppskotið eftir, at valið varð skrivað út, tí einki virksemi eigur at vera í ráðunum frá, at val er skrivað út, til ein nýggj stjórn tekur við. Tó heldur løgfrøðingurin Claus Haagen Jensen, ið er professari á lærda háskúlanum í Ålborg, at fíggjarmálaráðharrin Thor Pedersen undir øllum umstøðum ikki átti at hava sett útrokningar av ætlanini í verk. Thor Pedersen hevur vitað, at valið fór at verða skrivað út tveir dagar seinni, og setir hann tá embætismenn at rokna eftir einum valuppskoti hjá mótpartinum, er eingin ivi um, at hann brúkar embætismenn í valstríðnum.
Javnaðarflokkurin vónar nú, at viðgerin av klaguni verður liðug áðrenn 8. februar. Stjórnin eigur í øllum førum at almannakunngerða líknandi úrslit, tá talan er um, hvussu ætlanin hjá Vinstraflokkinum hongur saman, sigur Pia Gjellerup formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum. Hon heldur ikki, at úrslitið verður stórt øðrvísið, tí peningurin skal fáast til vega yvir eina tíð, men hetta er komið út á ein hátt, ið skaðar valstríðið hjá Javnaðarflokkinum.
Marianne Jelved, forkvinna í Radikala Vinstraflokkinum heldur, at Búskaparráðið átti at rokna út, hvussu ymisku politisku uppskotini kunnu innast út í verki so sleppast kann undan gitingum um, hvørt útrokningar eru politiskar ella ikki.

Arbeiði einasti møguleiki
Fyrimunurin hjá Javnaðarflokkinum er, at útrokningin hjá fíggjarmálaráðnum vísti eisini, at ætlanin Made in Denmark skapar 25.000 nýggj størv yvir stutta tíð og tí í prinsippinum riggar. Ætlanin skal tryggja 50.000 nýggj størv yvir fimm ár og 100.000 yvir 10 ár. Millum annað við at fyribyrgja at ídnaðarstørvini flyta út í heimin og við at skapa nýggj størv innan tænastuvinnua. Hetta skal gerast við lægri skattum á arbeiði, við útbúgving, gransking og viðlíkahaldi til dømis av jarnbreytanetinum.
Mett varð í byrjanini av valstríðnum, at um Lykketoft skal hava nakran møguleika at vinna sessin frá Fogh, skal valstríðið snúgva seg um arbeiði. Á hesum økinum hevur Javnaðarflokkurin teir fyrimunir, at sosialdemokratiska stjórnin basti arbeiðsloysinum í Danmark í 90?unum við eini ætlan, sum Lykketoft stóð aftan fyri. Síðan hevur VK stjórnin ikki megnað at skapa nýggj størv, hóast eitt av teirra vallyftum í 2001 var 16.000 nýggj arbeiðspláss. Haraftrat vísa nýggj tøl, at 60.000 fleiri danir fáa fíggjarliga veiting frá landinum enn undir Nyrup stjórnini.
Niels Kjærgaard, fyrrverandi búskaparfrøðiligur vísmaður, heldur ikki, at politikkurin hjá VK stjórnini kann skapa tey 60.000 størvini, sum stevnuskráin hjá Vinstraflokkinum byggir á. Umfatandi nýskipan skal til, tí einki bendir á, at fólk verða longri á arbeiðsmarknaðinum ella, at innflytarir í størri mun fara í arbeiði, og hetta er tað, sum stjórnin lovaði fór at henda við sínum politikki. Umfatandi nýskipan skal til, og stjórnin hevur boðað frá at eingin nýskipan verður á økinum, sigur Niels Kjærgaard.