Fogh kanska frá í kvøld

Danska TV-Avisen á Danmarks Radio veit í kvøld frá høgtstandandi keldum í Fólkatinginum at siga, at Anders Fogh møguliga fer frá sum forsætisráðharri í kvøld Ein turbulentur dagur í donskum politikki kalla danskir miðlar tað.

Fyri løtu síðan skuldi Karen Jespersen havt boðað Anders Fogh frá, at hon fer frá sum vælferðarráðharri í donsku VK-stjórnini.

Harafturat upplýsti Lene Espersen í morgun, at Anders Fogh Rasmussen hevur viðgingið at hann er millum kandidatarnar til starvið sum NATO-aðalskrivari.

Eftir tað boðaði Søren Gade, ið er verjumálaráðharri, frá, at hann ynskti sær ein nýggjan stjóra so skjótt sum í kvøld, omaná at avgerðin hjá Fogh varð tikin um at stilla upp til starvið sum aðalskrivari í NATO.

Danskir miðlar vænta eisini at tað møguliga verður avgjørt í kvøld.

Hetta merkir so at tað helst verður Lars Løkke Rasmussen, ið verður forsætisráðharri. Tá hann er giftur føroysku Súsannu Løkke, merkir tað, at fyri fyrstu ferð verður tað ein føroysk fyrstadama í donsku stjórnini.

Tó er tað enn ikki heilt víst um Lars Løkke Rasmussen tekur við eftir Anders Fogh Rasmussen.