Fogh hitti løgtingslimir

Í gjár kom nýggi danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen á vitjan í Føroyum.

Forsætisráðharravitjan

Her skuldi hann hitta løgmann og landsstýrið umframt umboð fyri allar flokkar á tingi. Anfinn Kallsberg heldur tað er skilagott av forsætisráðharranum at koma til Føroya so tíðliga tilber, uttan mun til um tað er val ella ikki. Hann fer neyvan at leggja seg út í eitt føroyskt valstríð heldur løgmaður.

Ætlanin var at danski forsætisráðharrin bara skuldi hitta løgmann, umboð fyri landsstýrið og Sambandsflokkin, sum er samstarvsflokkur hjá Vinstra. Men eftir ynski frá eitt nú Javnaðarflokkinum varð tað broytt, soleiðis at fundur skuldi vera á Hotel Hafnia í gjár klokkan 16, har Anders Fogh Rasmussen skuldi hitta umboð fyri allar flokkar á tingi. Løgmaður sigur í eini viðmerking, at hetta er ein skilagóð broyting í skránni, tí tað gevur eina betri javnvág í. Hann sigur seg fult út kunna taka undir við hesum. Tað er danski forsætisráðharrin, sum sjálvur hevur valt at hitta umboð fyri allar flokkar. Løgmaður sigur, at hetta er eisini í tráð við tað Poul Nyrup Rasmussen gjørdi á sinni. Og verður hetta helst gjørt fyri, at forsætisráðharrin ikki skal verða lagdur undir at leggja seg út í føroysk viðurskifti.